Bragdið skipar fyri 18. Top Run sunnudagin 4.juli kl.16:00. Øll eru vælkomin at luttaka. Bragdið Top Run er motiónsrenning. Tað vil siga, at øll, sum javnan renna, kunnu vera við. Næstan øll sum hava luttikið í TOP RUN hesi árini, hava gjøgnumført renningina, so tað er ikki ein ógjørlig uppgáva. Top Run er avbjóðandi, tí tað er bert ein long brekka, sum byrjar við Effo-støðina í Kollfjarðardali (75 metrar yvir havinum) og endar á Sornfelli (680 metrar yvir havinum), eitt strekkið á 9,8 km. Renningin verður býtt sundur í fýra bólkar og luttakarar skulu vera fyltir 14 ár fyri at luttaka:

* Menn 14-39 ár

* Menn yvir 40 ár 

* Kvinnur 14-39 ár 

* Kvinnur yvir 40 ár. 

Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki. Luttøkugjaldið er 150 kr. við on-line tilmelding. Seinasta freist at melda til on-line, er leygardagin  3.juli kl. 18.00. Tilmelding kann eisini fara fram á Effo støðini í Kollfjarðadali frá kl. 15:00 til 15:30, á kappingardegnum. Tá er prísurin tó 200 kr. 

Tá komið er á mál, er okkurt leskandi at fáa inni í fjallinum (gamla Nato bunkaranum). Skiftiklæðir verða koyrd niðan á Sornfelli, meðan runnið verður og kunnu heintast har, tá komið er á mál. Bussur koyrir luttakarar omanaftur eftir kappingina.

Tilmeldingin er klár á renn.fo undir tilmelding.