Betri Stórkapping – úrslitini

Tríggjar kappingar eru og tann seinasta var 19.juni. Stigini frá øllum kappingunum verða tald saman og til after party verða heiðursmerki og steyp handað. Ein hugnaligur endi á kappingini, sum í ár endaði við góðum mati hjá Systrum í Norðurlandahúsinum. Her er leinki til úrslitini frá Betri Stórkappingini: Myndir eru á leinkinum her: http://fif.fo/betri-storkapping/betri-storkapping-3-2021/

Vælkomin til Bragdið Top Run

Bragdið skipar fyri 18. Top Run sunnudagin 4.juli kl.16:00. Øll eru vælkomin at luttaka. Bragdið Top Run er motiónsrenning. Tað vil siga, at øll, sum javnan renna, kunnu vera við. Næstan øll sum hava luttikið í TOP RUN hesi árini, hava gjøgnumført renningina, so tað er ikki ein ógjørlig uppgáva. Top Run er avbjóðandi, tí…