Leingi er tað ið væl skal verða! Nú eru nakrar vikur síðani flaggdagsrenningina, men í dag hava vit flutt 14500 kr á konto hjá Sclerosufelagnum. Hetta er stuðul frá teimum, sum meldaðu til heilsurenningina, ið var samstundis sum flaggdagsrenningin.

Vit byrjaðu hetta samstarvið í 2019, og ætlaðu at halda fram í 2020. Tá órógvaði korona renningina og vit avlýstu, men aftur í ár bar til at stuðla við at melda til og eisini at lata onkra upphædd aftrat. Sclerosufelagið ger nógv burturúr flaggdagin og hevur tjald á máløkinum, har øll eru vælkomin til ein drekkamunn og prát. Og væl var vitjað.

Vit eru fegin um hetta samstarv og gleða okkum at halda fram í 2021.