Leygardagin var fyrsta stórkapping, av trimum, hildin á Tórsbreyt. Bragdið var fyriskipari hesa ferð.

92 tilmeldingar vóru, tá freistin var farin, og á sjálvum degnum luttóku nøkur og fýrs børn og ung. Tá hesar kappingar verða hildnar, er altíð brúk fyri hjálparfólkum og tá er hjálp frá foreldrum og onnur í familjuni altíð góð hjálp. Takk skulu tit hava fyri tað.

Tað lotaði heldur kalt av norði og av og á dropaði tað, men tað forðaði ikki ungdóminum at gera sítt besta.

Møguleikarnir eru eisini blivnir væl betri, nú vit hava felagshúsið, og tí ber til at fara inn í hitan millum kappingarnar. Eisini kundu vit bjóða áskoðararnum inn at fáa ein drekkamunn og í gjár komu sera nógv fólk inn á gátt. So deiliga hugnaligt.

Úrslitini eru á leinkinum niðanfyri.

http://fif.fo/wp-content/uploads/2021/05/15.05.21-Betri-Storkapping-1-Urslit.pdf

Næsta kappingin er um 14 dagar, 29. mai.