Startnummur til flaggdagsrenningina skulu heintast í Snarskivuni sunnudagin, flaggdagin 25.apríl, frá kl. 14.00 til kl.15.30

Startur og mál er á Kongabrúnni, beint uttan fyri Betri trygging.

Renningin byrjar kl. 16.00 tá yngstu børnini renna. Tá tey eru komin á mál, renna tey næstyngstu. Báðir bólkarnir renna 500 m, sum er frá Kongabrúnni og út til fyrstu rundkoyringina. So fara tey vaksnu, sum kappast, og heilsurennararnir avstað og uml. 3 min aftaná fer elsti bólkurin av børnum at renna uml 1000 m, sum er út til Schengen portrið og aftur.

Hevur onkur gloymt at melda til og kundi hugsað sær at runnið ella gingið ein túr við, ber til at melda til heilsurenningina. Tá ger ein sjálvur av, um farið verður allan túrin, uml. 7 km, ella helvtina. Eingin tíðarskráseting er til heilsurenningina, men allur peningurin fer til Sclerosufelagið. Tey hava eitt telt standandi á Kongabrúnni og til ber at fáa ein drekkamunn og eitt gott prát hjá teimum. Tey draga eisini tveir vinningar millum heilsurennararnar, sum er flogferðaseðil og hoteluppihald.

MBM og Føroya Bjór bjóða okkurt leskandi, tá komið er á mál.

Góðan túr tit øll 🙂