Føroyar renna var í ár skírishósdag, 1. apríl. Tað vóru um 420 tilmeldingar í øllum landinum. Tiltakið var ókeypis, men tað bar til at stuðla Sinnisbata við upphæddum frá 50 krónum og meira. Tórshavnar Kommuna stuðlaði tiltakinum, saman við Visit Tórshavn, og tí kundu vit gera tað soleiðis, at einki luttakaragjald varð kravt.

Føroyar renna er eitt tiltak, sum er sprottið úr koronatíðini. Rundan um okkum var skipað fyri virtuellum renningum og tí kom hetta okkum til hugs. Vit væntaðu eini 200 fólk í mesta lagi, men tá avtornaði meldaðu 380 seg til í fjør. Tað gav okkum hug at halda fram og 1. apríl 2021 runnu og gingu 420 luttakarar í øllum landinum. Summi gingu einsamøll, familjur við børnum fóru gongutúr, nógv runnu hvør sær og í bólkum og fleiri vóru í fjøllunum. Endamálið er at fáa fólk røra seg.

Vit valdu at Sinnisbati skuldi fáa stuðulin og inn komu 20750,- kr. Pengarnir blivu handaðir í okkara nýliga yvirtiknu felagshølum fríggjadagin, saman við borgarstjóranum og umboðum frá Tórshavnar Kommunu. Frá Sinnisbata vóru Súsanna Olsen og Laura Apol. Borgarstjórin segði nøkur orð og Súsanna takkaði fyri stuðulin og segði, at tey vóru sera rørd og glað fyri stuðulin, sum kom væl við. Ikki so nógv ljós er varpað á sálarheilsu, men hetta tiltakið gjørdi, at fleiri komu úr sofuni og út í fríska luft at røra seg, og kundu verða ein partur av tiltakinum. Sinnisbati hevði opið hús hendan dagin og fleiri luttakarar komu á gátt hjá teimum.

Vit í Bragdinum gjørdu fleiri felagstúrar, styttri og longri, og hittust í húsinum kl. 10 til ein drekkamunn. Eisini úti í Nólsoy gjørdi Bragdið eitt tiltak, har tey høvdu felags upphiting, áðrenn farið var at røra seg, antin gangandi ella rennandi.

Vit takka hjartaliga fyri stuðulin frá Tórshavnar Kommunu og Visit Tórshavn, soleiðis at øll, sum skrásettu seg, fingu heiðursmerki. Eisini takka vit Leif Mohr og Body Lab fyri teirra stuðul. Og so øllum tykkum sum vildu verða við til at brúka dagin til at verða virkin og samstundis lata eitt oyra til Sinnisbata.

Føroyar renna er aftur skírishósdag 16.apríl 2022.