Mikukvøldið var ársaðalfundurin í hølunum hjá Klintra. Ársaðalfundir eru ikki nakað, sum samlar nógv fólk, men uppmøtingin var góð. Gott kjak og prát og góður fundur.

Hilmar var fundarstjóri, sum vanligt, og uppgávuna kláraði hann til fulnar aftur í ár. Forkvinnufrágreiðingin var næstan líka rúgvismikil, sum tá korona ikki órógvar, hóast nógvar avlýsingar av tiltøkum. Roknskapurin varð lagdur fram og har sást, at inntøkurnar hava verið svikaligar.

Fyri vali stóðu Ann, Eyðun og Rógvi og øll høvdu hug at halda fram. Og tá einki mótvalevni stillaði upp, er manningin í nevndini tann sama.

Ungir limir møttu til fundin og tað gleddust vit øll um. Tey ikki bara lýddu á, men komu við hugskotum um, hvussu umstøðurnar kunnu gerast enn betri. Tað skal kanska ikki so øgiliga nógv til fyri at betra um umstøðurnar, sum ikki eru serliga góðar á Tórsbreyt. Tað fara vit at arbeiða við.

Nýggjar tíðir eru í væntu, nú vit missa gamla Bragdahúsið og flyta niðan í Ítróttarhúsið við Tórsbreyt, fyrr Kurla. Nú hava vit felagshøli, har vit kunnu hittast og serliga hugaligt verður tað, nú børn, ung og vaksin fara at verða undir somu lon og koma at kenna hvønn annan betri og kunnu gera ymiskt saman.

Ein góðan drekkamunn og lagkøku frá Kaffihúsinum, gott prát um ymiskt, sum rørir seg í okkara góða, bláa felagið, helt fundurin soleiðis fram til klokkan nærkaðist níggju, tá øll fóru hvør til sítt.

Í nevndini eru: Ann Thomsen, Rógvi Johansen, Ann-Mari av Skarði, Eyðun Jacobsen og Katrin Thorsvig Hansen. Tiltakslimur er Tummas Sjóvará.