Ársaðalfundurin

Mikukvøldið var ársaðalfundurin í hølunum hjá Klintra. Ársaðalfundir eru ikki nakað, sum samlar nógv fólk, men uppmøtingin var góð. Gott kjak og prát og góður fundur. Hilmar var fundarstjóri, sum vanligt, og uppgávuna kláraði hann til fulnar aftur í ár. Forkvinnufrágreiðingin var næstan líka rúgvismikil, sum tá korona ikki órógvar, hóast nógvar avlýsingar av tiltøkum.…