Betri VK1 á Toftum

Leygardagin var fyrsta kappingin í Betri Vetrarkappingini 2020/21 og sum vanligt var runnið á Toftum, runt Agnið. Av bestu rennilíkindum, lýtt og næstan stilli, og tað gjørdi so eisini sítt til at tíðirnar vóru góðar. Hjá fleiri av okkara Bragdarennarum vóru tíðirnar fleiri minuttir betri, enn í fjør. Sum undanfarin ár, er hetta bæði einstaklingakapping…