Elisabeth setti føroyskt met

Spent sótu vit flest øll framman fyri skíggjan, tá 3-2 var á skránni, mánakvøldið 20.august. Eitt lið frá Kringvarpinum hevði verið á Tórsbreyt, tá FM fyri vaksin var, leygar- og sunnudagin 18. og 19.august. Men vit sótu sum kánus, tá innslagið um frælsan ítrótt var liðugt! Ikki eitt einasta orð um longdarlopsbragdið hjá Elisabeth Holm…