Dagin eftir Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2018! Og vit, sum fyriskiparar, standa eftir við eini góðari kenslu.

Veðrið var av tí allarfagrasta og sólin skein bæði oman og niðan. Eitt lot var úti á rutuni, men sum heild søgdu fólk, at tað var ein heitur túrur. Ein marathonrennari hevði latið seg í eina tunna ullinta rennitroyggju, tí tað er altíð eitt kalt lot, men tað var skjótt, at troyggjan var blakað á eitt depot.

Vinnarin var tann sami, sum í fjør, Raoul Jankowski og aftur í ár setti hann rutumet. Hann hevur annars havt eina harða skrá og ivaðist áðrenn startin, um hann fór at klára at taka metið. Men tað eydnaðist honum at taka metið við fleiri minuttum, frá í fjør.

Fyrsta kvinnan var úr Slovenia og hon tók eisini rutumetið, sum Rigmor setti fyri nøkrum árum síðani. Næsta kvinnan var Sarah Vallin úr Bragdinum, men av tí at hon er svensk, kann hon ikki gerast FM vinnari í marathon, sjálvt um hon er limur í Bragdinum. Sostatt gjørdist Rigmor N. Arge úr Hvirluni føroyameistari, sum eftir drúgvan skaðasteðg, aftur luttók. Hon var triðja kvinnan, sum kom á mál. Hjá monnunum var Cecil Weihe úr Bragdinum føroyameistari í marathon.

Føroyameistarar, Cecil og Rigmor:

Rutumetið í ár var latið av Leif Mohr og LM Electric.

Tey bæði fremstu fingu hvør sítt gávubræv frá Atlantic Airways, so vónandi eru bæði tvey aftur við í 2019.

Úrslitini eru her:

https://app.lap.io/event/2018-torshavn-marathon/results?category=RACE-42KM

Sum vant, var ½ marathon, eins og gangi ½ marathon eisini á skránni og her vóru eisini nógvir luttakarar, bæði føroyingar og útlendingar. Vinnararnir hjá monnum og kvinnum vóru útlendsk, Simone Maria Scolari, ein spanióli í Svøríki og Michelle Hazelton úr Onglandi. Fyrsti føroyingurin var Sam Vang og fyrsta føroyska kvinnan var Beinta Hoydal Joensen, bæði úr Bragdinum. Vinnararnir í ½ marathon vóru líka heppin, sum hinir vinnararnir, tí tey fingu eisini gávubræv frá Atlantic Airways.

Úrslitini eru her:

https://app.lap.io/event/2018-torshavn-marathon/results?category=RACE-21KM

Fyrireikingarnar til Atlantic Airways Tórshavn Marathon byrjaðu í aug/sept. í fjør. Ein bólkur var mannaður, sum skuldi taka sær av øllum rundanum marathon. Hesa seinastu vikurnar hava nógvir fundir, telefonsamrøður, teldupostar o.a. fylt lívið hjá øllum í bólkinum, men væl hevur verið arbeitt, tí í gjár gekk alt so væl, sum tað nú einaferð kundi. Sjálvandi er altíð okkurt, sum kann gerast betri, og tað arbeiðir bólkurin við til næsta ár.

Eitt so stórt tiltak kann ikki gerast, uttan góðar stuðlar. Høvuðsstuðul okkara er Atlantic Airways og tað samstarvið eru vit sera fegin um. Eitt so stórt og umfatandi tiltak krevur hart arbeiðið og tá er gott at hava ein góðan samstarvsfelaga.

Eitt, sum vit leggja dent á, er at øll skulu hava eina góða uppliving. Veðrinum ráða vit ikki yvir, men tað spældi so dyggiliga við í ár. Og tá veðrið er gott, er lagið gott á øllum og alt verður lættari av tí sama. Undan, ímeðan og aftaná vilja vit, at upplivingin skal verða eins góð og tí fara vit at takka so hjartaliga fyri alla hjálpina, vit hava fingið. Vit hava fingið nógv rós frá luttakararnum, bæði føroyingum og útlendingunum. Útflýggjan av start nr,  á máløkinum, úti á rutuni, klædnadepotini, góða tænastu við laksa- og køkuborðið og alla aðra hjálp. Uttan okkara kæru limir og øll onnur, sum sjálvboðin vildu brúka sunnudagin at hjálpa til, skulu hava eina hjartans tøkk.

Tann lekra laksa máltíðin hevði Marine Harvest stuðlað við, Føroya Bjór stuðlaði við vatni og ølinum, Bragdarkvinnur bakaðu køkur og serveraðu, og onnur í felagnum settu upp og ruddaðu av. Tórshavnar Kommuna stuðlaði við framúr góðu hølismøguleikunum, við Perluni, Reinsarínum, Posthúskjallaranum, Snarskivuni og ikki minst, Vaglinum. Og so stuðlar sum RAW bite, Leif Mohr, LM Electric, SMS, Føroya Prent, Formula, Landsverk, Visit Faroe Islands, Løgreglan og Jógvan Weihe.

Aftur í ár høvdu tey á Boðanesheiminum gjørt nógv burturúr. Starvsfólkini høvdu sett øll tey, sum vóru før fyri at koma út, “på rad og række” og har var róp og sangur, sum stuðlaði so væl. Bannarir vóru hongdir á heimið og tað føldist júst sum í útlondum, tá runnið var framvið. Ein rørandi løta og ikki sørt, at man fekk gásarhold. Túsund takk fyri tykkara óføra íkast.

Og á Vaglinum var eisini ljómandi undirhald, umframt at Fríðrikur Bláhamar sum høvuðsspeakari og Hallur Holm, sang Jens Marni nakrar av sínum frálíku sangum og eina løtu aftaná, undirhelt ungdómsorkestrið hjá Musikkskúlanum, Spírar og Blástur.

Frálíkar myndir, frá Tórvør og Einar og sum eisini eru til keyps, eru at síggja her:

http://www.einarvang.com/torshavnmarathon2018

Alt hetta var við til at seta dám á Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2018.

Túsund takk fyri, tit øll.