Dagarnir gerast aftur longri og ljósari og Flaggdagurin nærkast og tí eisini afturvendandi Flaggdagsrenningin, sum í ár er tann 32. í røðini. Bragdið skipar, sum vanligt fyri renningini, sum aftur í ár, byrjar og endar á Kongabrúnni. Renningin byrjar kl. 16, beint aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum. Børn og vaksin, roynd og óroynd fara at royna seg og virkir og skúlar fara at kappast. Rutan er tann sama, sum seinastu árini, har vit byrja á Kongabrúnni og renna fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast 2 ferð. Teinurin hjá vaksnum er knappar 7 km.
Minstu børnini renna frá Kongabrúnni, út til rundkoyringina við pylsuvognin og aftur á mál, uml. 500m. Størru børnini renna út til portrið í Nyhavn (Schengen) og aftur á mál, ella uml. 1000m.
Heiðursmerkir verða latin til trý tey fremstu í hvørjum bólki, hjá børnum og vaksnum.

Stuttleikarenningin er vælegnað til tey, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, gubbar, mammu- og pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin sum hava hug at røra seg. Eisini tey við barnavogni eru vælkomin. Eingin tíðtaking er til hendan bólkin og tey velja sjálvi, um tey ganga/renna 3,5 ella 6,9 km. Stuttleikarennarar eru ikki við í liðkappingini.

Bólkarnir verða hesir:
•Gentur og dreingir fødd (2009 og seinri)
•Gentur og dreingir fødd (2007-2008)
•Gentur og dreingir fødd (2005-2006)
•Kvinnur og menn opin bólkur fødd (-2004)
•Kvinnur og menn veteranar (1963-1972)
•Kvinnur og menn superveteranar (-1962)
•Stuttleikarenning – vaksin, fødd (-2004)

Luttøkugjaldið er 40 kr. fyri børn og 100 kr. fyri vaksin, og skal gjaldast on-line.

Her er leinki:

http://app.lap.io/event/2018-flaggdagsrenning/register

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 23. apríl kl. 21.00!  Ongin tilmelding á staðnum. (Undantak er til Stuttleikarenning).

Startnummur verða útflýggja á Flaggdegnum, frá kl. 13 – 15 í Snarskivuni á Vaglinum.

Umframt at tað er einstaklingakapping, er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping millum virkir, skúlar, skúlaflokkar, stovnar o.t. nevnd firmakapping. Luttakarar í firmakappingini, skulu vera í føstum starvi fyri at telja við. Næmingar skulu ganga í sama flokki. Mannfólk og konufólk eru ikki á sama liði. Tað skulu vera 3-5 luttakarar á einum liði og 3 tær fremstu plaseringarnar telja við. Tað liði sum fær fægst stig er vinnari. Í firmakappingini er gott gávukort til vinnarar, sum Bowlinghøllin á Hálsi letur. Bara vaksin eru við í liðkappingini, ikki børn og Stuttleikarenning. Tað er sera umráðandi, at skriva liðnavn eins, fyri luttakarar á sama liði.

Vit í Bragdinum gleða okkum til eina hugnaliga og spennnandi Flaggdagsrenning 2018.