Í gjár fór eitt ferðalag úr Bragdinum til Reykjavíkar at kappast. Stórmót IR er innandura kapping í frælsum ítrótti. Her er frásøgn frá degnum í dag og nakrar myndir.

KAPPINGARFRÁSØGN – leygardagin kl. 14.00 – kappingarendi
Longdarlop, gentur 16-17 ár:
Av teimum 19 luttakarunum í hesi grein, áttu vit fýra. Teresa, Elisabeth, Andrea Kirstina og Unna Ró dystaðust við hinar 15 íslendsku genturnar um at leypa longst. Útlitini fyri at røkka onkrum meti, vóru ikki so góð, tí umstøðurnar at venja lop á heysti og hávetri í Føroyum eru avmarkaðar. Hóast genturnar royndu, vóru tær langt frá metum og bestu plássunum. Úrslitini eru her:
Nr. 7: Teresa, 4,64 (PM: 4,81)
Nr. 8: Elisabeth, 4,52 (PM: 4,90)
Nr. 9: Andrea Kristina, 4,40 (PM: 4,56)
Nr. 12: Unna Ró, 4,10 (PM: 4,71)

Longdarlop, dreingir 15 ár:
Fimm luttakarar vóru til kappingina og frá okkum leyp Hans Erland. Hann kom út á 4,79 (PM: 5,15) og rakk einum samlaðum 4. plássið, 31 cm aftanfyri nummar 3. Vinnarin leyp 5,94.

200m, dreingir 16-17 ár:
Her gjørdi Andreas ein vørr og rann teinin upp á 24,18, sum er persónligt met. Gamla metið hjá honum var 24,21, sum hann rann í Hvidovre til DM í august síðsta ár. Hetta var næstbesta tíðin í kappingini og tí vann Andreas silvur 37/100 aftanfyri nummar 1.

Longdarlop, gentur 15 ár:
Bjørg og Sára kappaðust við 16 íslendskar gentur í longdarlopi. Sára kom víðari í finalubólkin, har hon kom út á 4,30 (PM: 4,50) og endaði á einum samlaðum 5. plássi. Longsta lopið hjá Bjørg var 3,56 (PM: 4,15) og rakk tað til eitt samlað 12. pláss av teimum í alt 18 luttakarunum.

400m, kvinnur:
Karin rann í fyrsta riðlinum, sum hon vann við tíðini 66,14 (PM: 65). Tíðin rakk til eitt samlað 6 pláss av teimum 8 kvinnunnum, sum stillaðu upp.

Hæddarlop, dreingir 13 ár:
Í finalunu dystaðist Jónast móti trimum íslendskum dreingum at leypa hægst. Tað gekk væl hjá Jónasi. Hann leyp 1,39 (hansara PM er 1,39) og rakk tað til eitt deilt 3. pláss og harvið bronsa til Jónas.

200m, gentur 16-17 ár:
Tær fýra, Teresa, Elisabeth, Unna Ró og Urd runnu í ávíkavist riðli 7, 5 og 4. Bestu tíðina av teimum fýra hevði Teresa, sum var einar 2 metrar frammanfyri Elisabeth í endaspurtinum. Teresa rann teinin uppá 27,98 (PM: 27,71) og Elisabeth 28,66 (PM: 27,75. Unna Ró hevði tíðina 29,82 (PM: 29,70) og Urd 30,80 (PM: 29,61). Teresa gjørdist nr. 6 samlað, Elisabeth nr. 10, Unna Ró nr. 13 og Urd nr. 17 av íalt 22 íðkarum.

800m, dreingir 15 ár:
Tað vóru bara tríggir luttakarar í hesi kappingini, so mótstøðan, sum Hans Erland fekk var avmarkað. Um tað var orsøkin til at tíðin hjá honum var langt frá hansara bestu tíð, skal vera ósagt, men tað virkaði sum um at Hans Erland lat nærmasta kappingarneytan avgerða tempo´ið fyrstu 2-3 umgangirnar. Tá Hans Erland so setti ferð á, høvdu hinir báðir ongan møguleika at fylgja við og kom hann á mál meira enn 10 sekund frammanfyri nummar 2. Tíðin hjá Hans Erland var 2:33,41 (PM: 2:20,19).

Longdarlop, dreingir 14 ár:
Jógvan Gullfoss gjørdist nummar 7 av 12 luttakarum. Longsta lopi á 4,34 leyp hann í sínum næsta lopi. Persónliga metið hjá Jógvani er 4,71.

Longdarlop, dreingir 16-17 ár:
Fleiri av mótstøðumonnunum hjá Andreasi í longdarlopi vórðu sera sterkir og endaði Andreas á einum 10. plássi av 15 luttakarum. Andreas leyp út á 5,54 (PM: 5,60). Longsta lopi var 6,50 og næst longsta 6,49; tað sigur ikki so lítið um mótstøðuna.

Samlað yvirlit við úrslitum í dag hjá okkara íðkarum er hjálagdur.

2018-Stórmót úrslit leygardagin

Og her eru nakrar myndir: