So er tað okkara túrur at skipa fyri vetrarkapping. Her er tíðindaskrivið:

Betri VK3

 

So er triðja vetrarkappingin á skránni, Betri VK3, og hesa ferð skipa vit í Bragdinum fyri kappingini.  Runnið verður leygarmorgunin 25.november kl. 11.00. Vit flyta aftur á gamlar gøtur og koma til Havnar at renna, eftir at hava runnið trý tey seinastu árini  á Argjum. Startur og mál eru á Tórsbreyt. Øll eru vælkomin við, børn og vaksin og ikk bara royndir rennarar, men øll, ið hava hug at renna. Børnini renna eitt umfar, uml. 3,2 km og tey vaksnu renna 10,6 km. Runnið verður bæði á asfalti og á gøtunum, í náttúruperluni rundan um Svartafoss.

Byrja verður  á breytini og síðani verður farið niðan til rundkoyringina á ringvegnum, framvið Magn og oman eftir ringvegnum. Snarast skal so  til vinstru eftir Hvítanesvegnum, inn eftir Skraddaragøtu yvir til Svartafoss og so oman móti Tórsbreyt. Rennast skulu 4 umfør og fjórðu ferð skal rennast inn aftur á Tórsbreyt á mál.

Vit bjóða ein góðan drekkamunn í Fimi aftaná renningina, har vit eisini handa heiðursmerkini. Í Fimi ber eisini til at skifta áðrenn renningina og at fara í brúsu aftaná.

Start nummur kunnu heintast fríggjadagin millum kl. 15 og 17 í húsinum á Tórsbreyt og leygarmorgunin frá kl. 10.00 á sama stað.

Tilmeldingin er klár á renn.fo. Seinasta freist at melda til á netinum, er fríggjakvøldið kl. 23.00. Gjaldast skal  við gjaldskortið. Er tað onkur, sum ikki hevur meldað til fríggjakvøldið, er seinasti møguleiki at melda til, leygarmorgunin frá 10.00-10.30 og tá skal gjaldast við reiðum peningi.

Vælkomin við til VK3