Seinastu kilometrarnir í Vetrarkappingini 2016/17,  vóru runnir leygardagin 25.mars. Sum vanligt, var seinasta kappingin 10 km langi teinurin í Runavík, sum er ein DAF góðkend ruta, sløtt og skjót. Einasta broytingin var, at kappingin hevði skift navn, frá TF VK til Betri VK 🙂

Rennarar í Bragdinum hava møtt væl upp og tað hevur eisini givið úrslit, tí stigini verða løgd saman frá øllum kappingunum. Inni á renn.fo eru úrslitini frá kappingini leygardagin og leinki er her:

http://fif.fo/wp-content/uploads/2017/03/PDF2_urslit_vk8_2017.pdf

Marna kom av flatlondum, rann og vann. Marna umboðar Bragdið, tá hon rennur í Føroyum. Og sjálvt um Rebekka, sum hevur vunnið allar hinar kappingarnar setti persónligt met, var eitt fitt petti millum tær báðar. Fyrsti maðurin á mál, var Jan Elmar, sum eisini setti persónligt met. Saman við Rebekku, vann Andrias samlaðu kappingina í ár.

Seinni koma endaligu úrslitini frá liðkappingini, men her eru myndir frá heiðursmerkjahandanini og har sæst, hvussu blá úrslitini vóru. (Myndir Jóannes Poulsen)

Her eru myndir av superveteranunum, kvinnur og menn.

Prát og hugni er eisini ein partur av tí heila 🙂

 

Nógv fleiri myndir frá Jóannes Poulsen eru her:

https://photos.google.com/share/AF1QipNn9p-rl05O0ymhtEbjt0U4cTl6T36UipCggC6J6zRjsd5SUJcbNb3XkKHOfipxYw?key=U1pZQ0pFSlJzenhKWTExOVVHWkYzTGlVLUUyN09n