Morgunrenning !
Bragdið hevur nógvar ungar og ágrýtnar limir, sum venja úti alt árið, óansæð veður og vind. Fleiri ferðir um vikuna møta tey so trúføst upp til venjingarnar á Tórsbreyt. Vanliga venja tey seinnapartar, men nú er ein venjingartími lagdur afturat. Duruta, sum er hjálparvenjari og rennur nógv sjálv, hevur fingið upp í lag at venja hósmorgnar…