Tårnby Games-here we come !

Aftur í ár luttaka vit í Tårnby Games, sum verður hetta vikuskiftið, 7. og 8.mai. Hópurin telur 42 fólk, harav 21 íðkarar í aldrinum 6 til 19 ár. Øll hini eru venjarar og leiðarar og so foreldur og systkin. Kappingarnar koyra frá tíðliga leygarmorgunin og enda sunnukvøldið. Bragdið hevur luttikið í Tårnby Games í nógv…