VK 4 í Sørvági

Vk 4 var runnið í Sørvági í dag, leygardagin 16.januar. Seinasta ár var renningin útsett í nakrar tímar vegna ov nógvan kava og hálku, men tað vildu fyrireikararnir ikki skuldi henda í ár, og tí bórust tíðindini í gjárkvøldið, at teinurin var broyttur. Í staðin fyri at renna úr Sørvági til tunnilsmunnan til Gásadals og aftur,…