Sunnudagin 2.apríl var ½ marathon runnið í Berlin. Um 35000 luttakarar høvdu fingið startnummar og har ímillum vóru 5 mans úr Bragdinum.
Allir komu á mál við góðum tíðum. Fyrstur av øllum var Rógvi Kárason og hann rann so skjótt sum 1:12:23. Rógvi hevur klárað Oyggjaleikakravið á ½ marathon, men hesa ferð rann hann eitt sindur skjótari og fekk betri tíð. Hann fekk krampa frá 14 km, so hann hevur stríðst teir seinastu kilometrarnar.
Leggjast kann aftrat, at Rógvi eisini hevur klárað Oyggjaleikakravið á 10000m.
Hinir fýra runnu eisini sera væl. Aldurspresidenturin, Henry Olsen kom á mál við tíðini 1:20:52, Niels Poulsen 1:24:09, Andrew Hansen 1:25:28 og Súni Jacobsen hevði tíðina 1:27:18.
Hjartaliga til lukku allir samlir og góða ferð heimaftur.