Menn
Menn | Týsdag | Mikudag | Leygardag | Sunnudag |
---|---|---|---|---|
Nær? | 17.00-18.15 | 17.00-18.15 | 08.30-09.30 | 08.00-10.00 |
Hvar? | Á Tórsbreyt | Runt um í Havnini Møtast á Tórsbreyt |
Runt um í Havnini Møtast á Tórsbreyt |
Runt um í Havnini Møtast á Tórsbreyt |
Hvat? | Intervall venjing á breytini, ella nærhendis | Renning fyri royndar menn og kvinnur. Renna runt ymsastaðni í býnum | Rennivenjing fyri kvinnur og menn. Venja saman og hvør sær | Rennivenjing, langur túrur, saman við kvinnum |
Venjarar | Skiftandi venjarar | Hilmar Høgenni | Sunniva Bjarnastein Arnfinnur Helmsdal |
Hilmar Høgenni |
Hjálparvenjarar | Hilmar Høgenni | Arnfinnur Helmsdal | Ann Thomsen | Ann Thomsen |
Felagsvenjing fyri menn, bæði royndum og óroyndum, er í Bragdinum týsdag kl. 17-18:15, 2 hold mikudag, kl. 17-18:15 , og sunnudag kl. 08:00-10:00. Allar dagarnar møtast íðkararnir á Tórsbreyt.
Hilmar Høgenni og Arnfinnur Helmsdal o.a. standa fyri venjingunum.
Mikudagur er ætlaður til royndar menn og kvinnur eru vælkomnar við. Málið er at kunna renna 10 km uttan steðg. Mikudagur verður brúktur til ein róligan túr, har vit renna 9-12 km, runt um í býnum.
Týsdagur og sunnudagur er serliga ætlaðar teimum, ið venja mið- og langteinar, kvinnur og menn. Vant verður bæði á og uttanfyri Tórsbreyt. Talan er um góðskuvenjing, við m.ø. tempotúrum, brekkuvenjing, intervallum og ferðspæli.
Sunnudagar er venjingin løgd soleiðis til rættis at tú kanst venja fram ímóti at klára at renna eitt marathon. Kvinnur eru vælkomnar við til sunnudagsvenjingarnar. Møguleiki er at renna ymiskar teinar, frá 5 til 20 km.
Leygarmorgun kl. 8:30 – 9:30, eru menn eisini vælkomnir til kvinnuvenjingarnar 🙂
Vit byrja og enda altíð á Tórsbreyt.
Hevur tú spurningar, ring so til Sunnivu 554704 ella Ann 214804