Kvinnur

Kvinnur Hósdag Leygardag Sunnudag
Nær? 17.00-18.00 08.30-09.30 08.00-10.00
Hvar? Møtast á Tórsbreyt
Brekkuvenjing ella intervallir
Runt um í Havnini
Møtast á Tórsbreyt
Runt um í Havnini
Møtast á Tórsbreyt
Sí tekstin!
Hvat? Renning, renniteknikkur og styrki Rennivenjing, langur túrur Rennivenjing, langur túrur saman við monnunum.
Venjarar Ann Thomsen Sunniva Bjarnastein
Hjálparvenjarar Sunniva Bjarnastein Ann Thomsen

Vit møtast á Tórsbreyt til fasta venjing hósdag kl 17:00 – 18:00 og leygarmorgun kl 8:30 – 9:45. Sunnumorgun kl 8:00 – 10:00 er meira uppá egið initiativ og venjari er ikki altíð við.

Mánadagar kl. 16.30 og mikudagar kl. 17.00 møtast nakrar kvinnur á Tórsbreyt og renna róligar túrar. Allar eru vælkomnar við !

Vit avlýsa ongantíð venjingarnar hós- og leygardag, MEN: Tá heilidagar fella á ein hósdag verður vant kl 9. Tá skipað verður fyri rennitúrum kring landið sunnudagar fara nógvar av okkum við og tá er ongin skipað venjing á Tórsbreyt. Hetta er tó ongantíð ein orsøk til at tú nýtist at setast aftur, far allíkavæl til venjing! Lýst verður um rennitúrarnir kring landið á facebook ella her á síðuni.

Venjingin hóskar til kvinnur í øllum aldrum, bæði tær við royndum og tær sum vilja koma í gongd við at renna. Ert tú einsamøll og hevur ringt við at taka teg saman til at venja, so er hetta júst tað rætta fyri teg. Tú kanst eisini lokka eina vinkonu við so tit kunnu fylgjast.

Hósdagar, tá ókeypis venjingartilboð er fram til Kvinnurenningina, gera vit nøkulunda soleiðis:  Upphiting 800m á Tórsbreyt. So deila vit okkum í 3 bólkar.

Fyrsti bólkurin fer í Hoydalar til brekkuvenjing i 40 min.

Næsti bólkurin rennur/gongur ein túr sum tekur 20 min og kemur so á Tórsbreyt at venja renniteknik.

Triðji bólkurin venur renniteknikk á Tórsbreyt í 20 min og fer so ein túr sum tekur 20 min.

Allir bólkarnir samlast aftur á Tórsbreyt, har vit gera dygdargóðar styrkivenjingar.

Frá august til juni venja vit antin brekkur í Hoydølum, intervallir á Tórsbreyt ella stuttar túrar. Vit enda við dygdargóðum styrkivenjingum á Tórsbreyt.

Leygar- og sunnumorgnar:  Her er møguleiki at stytta rutuna og at ganga ella renna. Rutan, sum vit hava runnið tey seinastu 16 árini, er eftir gøtunum í Hoydølum, Gomlu Hoyvíkini og út ímóti Boðanesi. So renna vit eftir vegnum Yviri við Strond, Skansavegnum, Tinghúsvegnum og enda á Tórsbreyt.

Her eru tríggir møguleikar:

1. Tú kanst renna og ganga ein túr í Hoydølum sum er umleið 5 km.

2. Tú kanst renna alla rutuna sum er umleið 9 km. Ferðin er umleið 5½ minutt fyri hvønn km.

3. Tú kanst renna saman við teimum, sum renna 9 km so langt sum tú orkar, og so kanst tú venda og renna aftur á rennibreytina við minni ferð.

Hevur tú spurningar so ring til Sunnivu á tlf 554704