Limagjald
Limagjald.
Limagjaldið – nýggj skipan
Góði limur í Bragdinum
Í eini roynd at lætta um umsitingina, hava vit avgjørt at taka í nýtslu eina nýggja skipan til innkrevjing av limagjaldinum.
Skipanin, ið eitur Fastgjald, er ein trygg skipan frá Elektron til afturvendandi innkrevjing av limagjøldum og øðrum føstum gjøldum.
Um tú ynskir at skráseta einstakling, vinaliga trýst so her.
Um tú ynskir at skráseta “húski við børnum yngri enn 15 ár” trýst so her .
Limagjaldið verður kravt hvønn 1.mars og verður so uppkravt sjálvvirkandi umvegis nýggju skipanina eina ferð árliga.
P.s
Tá tú meldar teg til Fastgjald, so má tú innlesa títt ptal. Ptalið verður ikki goymt, men verður bara brúkt til at tryggja, at tann peningastovnskontan, sum verður ásett, veruliga hoyrir til rætta persónin.
Nýggir limir.
Nýggir limir eru altíð vælkomnir í Bragdið. Venjing í Bragdinum er alt árið fyri bæði børn, ung og vaksin, øll eru vælkomin.
Yvirlit yvir venjingartíðir síggjast her * Venjingartíðir *
Limagjald fyri børn er kr. 400 um árið.
Limagjald fyri vaksin er eisini kr. 400 um árið.
Familju-limagjald er kr. 900 um árið, hetta er felagsgjald fyri foreldur við børnum undir 15 ár.
Børn og ung, sum venja regluliga 3 ferðir um vikuna, gjalda venjingargjald á kr. 100 um árið.
Ert tú limur í Bragdinum, ber til at keypa bíligari hald í Yndi Fitness á Sundsvegnum.
Eru spurningar um limaviðurskifti so kunnu teir sendast til Ann Thomsen