Flaggdagsrenningin

Flaggdagsrenningin 2017

Fyrsta  flaggdagsrenningini var flaggdagin 25. apríl 1987. Til fyrstu renningina vóru 39 luttakarar.
Tað vóru teir 3 Niels Jákup Jakobsen, Tummas Hanus Dam og Sofus Johannesen, sum mannaðu nevndina í Bragdinum til endurstovnanina av felagnum seint í 1986.

Beinanveg varð fari undir at fyrireika ymisk tiltøk, og var flaggdagurin ein nátúrligur dagur til kapprenning, har nógv fólk vóru savnaði til sera hugnaliga flaggdagshaldið við horntónleiki og røðum á Vaglinum í miðbýnum í Havn.

Rutan hevur stórt sæð verið tann sama øll árini. Tó so, at fyrst í 90´unum varð gjørd ein roynd at renna runt í býnum, men var hetta bert tað eina árið, so var aftur fari undir ta upprunaligu rutuna, og er hon stórt sæð tann sama í dag sum við byrjan. Teinurin tey fyrstu árini var 7.020 metrar. Nógvu síðstu árini hevur teinurin verið knappar 7 km, ella meir neyvt 6.850 metrar.

Flaggdagsrenningin er veruliga blivin ein kapping og fólkslig renning, har luttakarafjøldin er nógv vaksin tey seinnu árini.

71 virkir og stovnar, 47 kvinnu- og 24 mannfólkalið, vóru við í endaligu uppgerðini av  tilsamans 105 tilmeldaðum liðum til flaggdagsrenningina í 2008, tá heili 600 luttakarar vóru við. Virkiskappingin á flaggdegnum hevur vundið nógv uppá seg og 2008 var eitt metár fyri luttøku.

Viðvíkjandi liðkappingini, so verður hvørt lið mannað við upp til 5 rennarum. Tríggjar tær bestu plaseringarnar hjá liðnum telja við. Tað er plaseringin hvør einstakur fær, ið telur og ikki tíðin. Tað ræður sostatt um, at hvørt lið samanlagt, fær so fá stig sum møguligt.
Dømi um útrokning av stigum til tvey lið:
Lið 1: Nr. 1, 2 og 20 – Samlað 23 stig
Lið 2: Nr. 3, 6 og 10 – Samlað 19 stig

Lið 2 vinnur sostatt samanlagt sjálvt um lið 1 hevur bæði 1. og 2. plássið í kappingini.

Bragdið vónar sjálvsagt at undirtøkan verður góð í ár. Aftur í ár, 2017, er stuttleikarenning á skránni. Stuttleikarennarar velja sjálvir um teir renna 3,5 ella 6,9 km Hetta er ein teinur, sum er sera vælegnaður til tey, sum ikki orka so væl at renna og til tey, sum heldur vilja ganga. Her er pláss fyri øllum, ungum sum eldri. Í tí bólkinum er ongin kapping og ongin tíðtaking. Tey eru sostatt heldur ikki við í liðkappingini.
Eitt er víst, og tað er, at fleiri og fleiri fólk eru at síggja rennandi á vegunum, og ikki minst á Tórsbreyt. So nýt hetta høvið, at renna saman við 100 tals øðrum glaðum rennarum. Tað er ein góð kensla.

Tilmeldingin er her:

https://app.lap.io/event/2017-flaggdagsrenning

Vælkomin til Flaggdagsrenningina 2017.

Bragdið