Rógvi Kárason vann nýggjárshálvmarathon, so syngjandi

Leygarmorgunin 7.januar var árliga nýggjárshálvmarathon, sum Roysni skipar fyri. Ein kapping, sum hevur fleiri ár á baki. Starturin hevur altíð verið í Funningsfirði, og síðani Eysturoyartunnilin lat upp, hevur málið verið í Runavík. Í ár var rutan broytt, so starturin var á Skála og málið var á Toftum, sum tað var áðrenn tunnilin kom. 38…

Jólaheilsan

Øllum okkara limum, við familju, ynskja vit eini gleðilig jól. Vit takka fyri tykkara íkast til felagsarbeiðið, tí uttan okkara góða limaskara, bar einki til. Vónandi leggjast enn fleiri góðir renni- og venjingartímar aftrat,frá nú til næstu jól. Vinarliga nevndin Ann, Ann-Mari, Eyð, Katrin og Rógvi

Kirkjurenningin 2022

Í fleiri ár hava rennarar í Havn runnu kirkjurenning jólaaftansmorgun. Eisini hava onnur, sum ikki eru knýtt at nøkrum rennifeløgum, og útisetar, runnið við. Onkuntíð hevur eisini verið ein barnaruta. Fyri øll er hetta ein góð byrjan til jólini. Tað var Rigmor N. Arge, sum tók hendan siðin við til Føroya, tá hon las í…

VK3 og Mikkel og Marita vunnu

Leygarmorgunin var lív í uttan fyri skótahúsið í Kollafirði. Rennikapping nummar trý í vetrarkappingini var á skrá og sum undanfarin ár, hava vit valt Kollafjørð at kappast í. Rutan er sløtt og góð og er vældámd av rennarum, sum luttaka í vetrarkappingini. Startur og mál var við skúlan við Sjógv og rennast skuldi eftir bygdavegnum…

VK3 í Kollafirði

Leygarmorgunin 6.december skipa vit fyri rennikapping í Kollafirði, Betri VK3. Hetta er triðja av 8 vetrarkappingum, og vit byrja kl. 11.00. Tilmeldingin og kunning er á hesari leinki:   https://www.atgongumerki.fo/fif/   Øll eru vælkomin við, eisini tey sum bara vilja renna til stuttleika. Allir bólkar byrja og enda sama stað. 10 km rutan er sløtt…

Børn og ung til jólahugna

Nú vit hava sett hol á december, var skipað fyri jólahugna í húsinum. Aftaná venjingina vóru børnini hjá Boga, Bragdaspírar, og tey ungu hjá Debes og Jógvani boðin til ein góðan bita. Vælsmakkandi lasanja var á matarskránni. Og omaná fingu tey holukøkur og annað lekkurt. Ein hugnalig jólaløta, har tey eisini spældu kahoot. Nú fara…

Broyttar venjingartíðir hjá yngru børnunum

Heysti er komið og við tí er veðrið ikki altíð av tí besta. Vit hava tí aftur hesa vetrarhálvuna fingið ein tíma til vega innandura og tí broyta vit venjingartíðinar hjá yngstu børnunum, sum venja hjá Boga Lenvig. Børnini venja framhaldandi tvær ferðir um vikuna, eina venjing inni og eina úti. Og venjingin mikudagar verður…

Vit fylla 75 ár

Ítróttarfelagið Bragdið 75 ár   Í dag 17. oktober 2022 fyllir Ítróttarfelagið Bragdið 75 ár.   Bragdið var stovnað 17. oktober 1947. Átta ungir fimleikarir úti í Bø í Tórshavn stovnaðu felagið. Allir vóru føddir í tíðarskeiðnum 1930-1933 og teir vóru: Heri Jensen, Magnus Dam Jacobsen, Simme Jacobsen, Palli Gregoriussen, Marner av Kák, Erling Simonsen…

Ultrarennarin Hallur sett persónligt met!

DAGFØRING! Hallur rann 37 umfør, 248 km! Hann er føroyingurin, sum hevur runnið longst av øllum. Hjartaliga til lukku Hallur, tín knassi 🙂  Tað er ein øgilig mental styrki, sum skal til. Vit onnur runnu ein túr, ótu morgunmat, gjørdu eitt sindur av hvørjum, fingu okkara náttarsvøvn, meðan Hallur rann og rann. Vit eru imponeraði!…