Oliver og Annika vunnu Raska VK1

Fyrsta umfar í Raska vetrarkappingini var runnið leygarmorgunin. Sum vanligt, var fyrsta kappingin á Toftum, men hesa ferð valdu fyriskipararnir at venda rutuni, so runnið var øvutan veg. Ymiskt var, hvussu væl, ella illa, tey dámdu hesa rutuna. Tað veldst um hvat hvør einkultur dámar, undanbrekkur ella mótbrekkur. Men tað er gott onkuntíð at renna…

Kullamannen Hallur

Hallur Holm hevur aftur verið og gjørt um seg! Hesa ferð rann hann 100 km sprint ultra í Skåne, til kappingina nevnda Kullamannen by UTMB. Ætlanin var at Elisabeth eisini skuldi renna, men vegna skaða, var hon hesa ferð áskoðari, og eisini frásøgufólk á okkara Facebookbólki, til stóra fragd hjá okkum her heima, so vit…

Stuðulin latin í dag

Leingi er tað, ið væl skal verða! Loksins handaðu vit stuðulin frá Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2023. Umboð frá Alzheimersfelagnum, Heilafelagnum og Parkinsonfelagnum møttust við okkum í Bragdahúsinum. Øll, sum meldaðu til at renna ella ganga, kundu stuðla við einari peningaupphædd, og frá tilmeldingargjaldinum til gongu-hálvmarathon, fóru 100 kr beinleiðis til feløgini. Tá eitt so…

Havnardalur Backyard Ultra

Alt spældi væl av, tá vit skrivaðu søgu leygarmorgunin 30.september kl. 9. Tá var fyrsta ultrarenningin, Havnardalur Backyard Ultra 2023. Luttøkutalið var sett til 40 og nakrar dagar undan kappingini var fullteknað. Okkurt forfall var á degnum, og tí kundi onkur, sum brellaðist eftir at royna hesa renningina, sleppa við. Royndir og óroyndir rennarir vóru…

Stuðul latin Sclerosufelagnum

Í 2019 byrjaðu Bragdið og Sclerosufelagið at samstarva um flaggdagsrenningina. Flaggdagsrenningin hevur nógv ár á baki, og við samstarvinum royna vit at fáa enn fleiri fólk at røra seg. Luttøkugjaldið til heilsurenningina fer óskert til Sclerosufelagið og harafturat ber til hjá øllum, sum melda til renningina, at lata eina upphædd til felagið. Sclerosufelagið er sjónligt…

Havnadalur Backyard Ultra fyri fyrstu ferð

Leygarmorgunin 30.september kl. 9.00 verður fyrsta Backyard Ultra rennikapping nakrantíð hildin í Føroyum. Siga vit Backyard, hugsa vit beinanvegin Hallur Holm og hann er eisini oddamaður fyri hesari kappingini. Inni á renn.fo er grein, sum Hallur hevur skrivað og sum vónandi fáa fleiri at brellast og melda til. Leinki er her.  

Faroe Express Stafettin 2023

Leygardagurin tann 26.august var ein góður dagur. Tá var Faroe Express Stafettin og í allar fagrasta veðri runnu og gingu heili 396 lið við trimum luttakarum hvør, niðri á kajøkinum. Hetta er metluttøka og vit eru enn í hopla! Tað var fyri nøkrum árum síðani, í 2012, at ein nevndarlimur í Bragdinum helt, at vit…

Oliver eisini føroyameistari á 10000 m

Sunnudagin 13. august var FM í 10000 m á Tórsbreyt. Aftur hesa vóru bara mannligir luttakarar, 5 í tali, allir úr Bragdinum. Veðrið var avbera gott, ella sjáldsama gott, heitt og ikki eitt lot. Oliver Granhøj legði seg á odda beinanvegin og helt føringina allar 10000 metrarnar. Hann vann við tíðini 34.57. Næsti maður var…

Teresa setti føroyskt met

Vikuskiftið 10.-13.august var FM fyri allar aldursbólkar. Eitt føroyskt met var sett, í hæddarlopi og tað átti Teresa Bláhamar. Hon leyp 1.63. Hesa ferð eydnaðist tað, sum hon royndi á Oyggjaleikum. Hjartaliga til lukku Teresa 🙂

Oliver føroyameistari á 5000 m á breyt

Hetta vikuskiftið er FM á breyt. Kappingarnar byrjaðu í kvøld, fríggjakvøld, og tær halda fram til sunnudagin seinnapartin. Undanfarin ár hava børn og ung, ung og vaksin kappast fyri seg tvey vikuskiftið, men í ár er alt lagt saman og orsøkin er, at tað er lættari at fáa hjálparfólk og tí at tað ikki eru…