Tórshavn Marathon 6. juni 2021 einans fyri føroyingar

Vit høvdu glett okkum til, at Tórshavn Marathon 2021 skuldu verða tað størsta rennitiltakið í Føroyum nakrantíð. Við fleiri rennarum enn nakrantíð áður. Úr fleiri londum enn nakrantíð áður. Fyri rennarum úr øllum heiminum, sum skuldu koma til Føroyar at renna heimsins vakrasta marathon í okkara fantastiska landi.

Men korona vil tað tíverri ikki so.

Tá ið Tórshavn Marathon 2020 bleiv avlýst í fjør vóru rennarar úr 30 ymsum londum tilmeldaðir.

Vit fylgja tilmælunum frá myndugleikunum. Samstundis er tað umráðandi fyri okkum, at tey, sum luttaka í okkara tiltaki kenna seg trygg. Tí hava vit ásannað, at tað ikki ber til at halda Tórshavn Marathon 6. juni 2021 sum ætlað.

Vit hava tí gjørt av, at Tórshavn Marathon 2021 einans verður fyri fólk, sum búgva í Føroyum. Á henda hátt vóna vit, at tað ber til at halda ársins rennitiltak 6. juni 2021. Vit fylgja gongdini og fleiri broytingar kunnu tíverri koma fyri.

Tey, sum eru meldað til Tórshavn Marathon 2021, og sum ikki hava bústað í Føroyum, fáa pengarnar fyri tilmeldingina aftur. Vit vóna at síggja tykkum aftur, tá vit renna 12. juni 2022.

Øll, sum eru tilmeldað, fáa teldupost við kunning.