Fyri viku síðani kappaðust tey á Tórsbreyt – nú eru tey í Ålborg, har DMU verður hildið.

Í ferðalagnum eru hesi við: Bjørg, Tummas, Teresa, Bára, Andreas og Elisabet. Venjari og ferðaleiðarar eru Jógvan og Gunnvá. Umstøðurnar eru ávirkaðar av korona, so eingir áskoðarar eru til stevnuna og bara tey, sum hava við kappingina at gera, sleppa inn á stadion.

Veðrið er nakað frægari enn tað var her seinasta vikuskifti, so tað er gott hjá teimum at sleppa at royna at kappast uttan nógvan vind. Tey, sum hava verið í kapping higartil, hava sett persónlig met. Til dømis setti Bára persónligt met á 100m og kom undir oyggjaleikakravið og Andreas setti pr á 100 m hekk. Og so fekk Bára bronsu í trýstøkk.

Tíðarætlanin er niðan fyri her:

Inni á heimasíðuni hjá Aalborg Atletik ber eisini til at fylgja við: aalborgatletik.dk