Hetta vikuskiftið, sum júst er farið afturum, var nógvur aktivitetur á Tórsbreyt. Meðan fjølmiðlar gjørdu nógv burturúr fótbólti og hondbólti, mundu tað verða fá sum vistu, at ung í frælsum ítrótti kappaðust um FM á Tórsbreyt. Tríggjar dagar á rað, tí longu fríggjakvøldið var rimarenningin avgreidd. Hildið var fram leygardagin,  og sunnudagin vóru seinastu meistararnir funnir.

Allar kappingarnar eru uttandura, tí umstøðurnar eru ikki til annað. Veðrið ræður sær og hetta vikuskiftið var tað í hvussu so er turt fyri tað mesta. Eitt sindur av vindi við hvørt, eitt sindur meira inn í millum, okkurt ælið og sólglottar. Og av tí at vindurin er so ójavnur, kann tað henda, at sjálvt um føroyskt met er í luftini, so kann vindurin akkurát í løtuni gera tað soleiðis, at tað ikki verður góðkent. Men soleiðis er tað bara og tað vita tey. Tey geva alt tað tey eiga og meira aftrat.

Nógvir føroyameistarar vóru funnir og hjartaliga til lukku tit øll. Eisini skulu íðkarar og venjarar fáa eitt stórt herðaklapp fyri tykkara ídni og áhaldni. Tit leggja nógva orku í venjingina hvønn dag í viku, líka mikið hvussu umstøðurnar eru og stuttligt er at síggja, hvussu nógv tit halda av hvørjum øðrum. Fyrimyndarligur ungdómur og venjarar.

Úrslitini frá vikuskiftinum eru her:

http://www.statletik.eu/db/resultsd.php?CID=12969898&Season=2020&fbclid=IwAR3egoeT1fvBWf0t4ka7pkAYTAjIWZO8YEnV3nCx8lLuRcRbM1G6KlHfATg

Niðan fyri er grein inni á renn.fo og har er leinki til myndirnar, sum Bjørg tók.

FMU 2020: Øll úrslit