Í dag kl. 18.00 byrjar ólavsøkurenningin niðri á Skálatrøð. Børnini renna fyrst og aftaná renna tey vaksnu.

Start nummur skulu heintast í “Fabrikkini” t.v.s. aftan fyri Østrøm, í Sigmundargøtu. Tey kunnu heintast frá kl. 16.30.

Yngstu børnini byrja renningina og ein vaksin rennir framman fyri tey og vísir vegin. U7 og U10 renna 420m og U13 og U17 renna 1300 m. Heiðursmerkini handa vit aftaná hvørja kapping, so alt er liðugt tá tey vaksnu byrja. Starturin er árakað Glitnir og rennast skal út á Bakka at venda. Sama vegin heim aftur, niðan millum Østrøm og Valdemar Lützen, til vinstru og oman við Taks, og so somu rutu aftur. Fimm ferðir verður runnið út á Bakka at venda. Málið er uttan fyri Østrøm.

TILMELDINGIN ER STONGD og tað ber ikki til at melda til á staðnum.

Vit vilja eisini minna á, at vit øll mugu halda almennu tilmælini við frástøðu.

Góða renning og góða ólavsøku.