Av tí at vit skulu halda okkum til almennu tilmælini um frástøðu, ber bert til at melda seg til ólavsøkurenningina á netinum. Tað vil siga, at EINGIN tilmelding er á staðnum, sum tað vanliga plagar at verða.

Tí vilja vit heita á øll, sum fegin vilja renna við, um at melda til her:

https://www.atgongumerki.fo/fif/  og tað má gerast áðrenn sunnukvøldið 26.juli kl. 22.00, tá tilmeldingin stongir.

Vit útflýggja startnummur frá kl. 16.30 í gongini í Fabrikkini, t.v.s. aftur um Østrøm, mánadagin 27.juli.