Tíðindaskriv:

Bragdið skipaði tann 7. juni við stuðli frá Tórshavnar kommunu fyri tiltakinum “Føroyar Renna”. Tað var ókeypis at luttaka, men luttakarar og onnur kundu eftir hugi og førimuni lata nakrar krónur, sum Bragdið síðan lat Krabbameinsfelagnum.

 

Inn komu ikki færri enn 21.250 krónur, sum tær báðar Ann Thomsen og Ann-Mari av Skarði frá Bragdinum í dag handaðu Jansy Gaardlykke, sum er dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum. Annika Olsen, borgarstjóri, sum eisini er íðin rennari, var hjástødd.

 

Jansy Gaardlykke segði, at peningurin kemur sera væl við. Upphæddin er ikki markað til nakað ávíst tiltak, men fer til fleiri av teimum mongu hjálpartiltøkunum, sum felagið skipar fyri innan stuðul og ráðgeving til sjúkra- og hjálparbólkar og annað.