Endiliga var kapping aftur! Tórsbreyt var leygardagin karmur um fyrsta umfar, av trimum, í Betri Stórkappingini. Eitt sindur av vindi og eitt kalt lot var hendan leygardagin í mai. Onkrar broytingar vóru rundan um kappingina, tí hesa ferð var roynt at stroyma alla kappingina á Facebook og eisini var ein nýggj tíðtakingarskipan roynd. Vallarspeakarin var eisini ein annar, enn vanligt, tí hesa ferð var tað Fríðrikur Bláhamar, sum varpaði út.

Eisini var nógv gjørt burturúr við at spritta amboð og at halda frástøðu. Alt í alt ein góð kapping.

Úrslitini eru her: https://admin.rosterathletics.io/pdf/meet-715-Results-en-GB.pdf

Næsta stórkappingin verður 23.mai og tilmeldingin er opin inni á renn.fo