Renn Flaggdagin – allan dagin.

Almenna Flaggdagsrenningin er avlýst, tá umstøðurnar eru, sum tær eru beint nú. Men Flaggdagurin er tann sami, teinurin er tann sami og hevur tú hug at renna ella ganga rutuna, so skjóta vit upp, at tú gert tað. Nú hevur tú allan dagin at renna teir 7 km frá Kongabrúnni og út til Boðanesheimið at venda. Ella tú velur  heilsurutuna, sum er eina ferð út at venda. Tú gert sjálv/ur av, nær tú rennur, bara tú ikki rennur í einum stórum hópi.

Byrja á Kongabrúnni og renn fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast 2 ferð. Teinurin er knappar 7 km.

Tá tú hevur runnið, tak eina mynd og viðmerk #flaggdagsrenningin2020 og #rennviðfrástøðu, so fara vit at royna at samla allar myndirnar.

Sclerosufelagið og Bragdið skuldu samstarva um heilsurenningina, og inntøkuna av tí skuldi Sclerosufelagið fáa. So hevur tú hug, ert tú vælkomin at lata teimum eina upphædd á konto nr: 9181-4980087

Vælkomin at renna ella ganga við, eitt umfar ella bæði tvey, í frástøðu og á gongubreytini 😊