Flaggdagin 25.apríl, skuldu Bragdið og Sclerosufelagið skipa fyri Flaggdagsrenningini. Soleiðis verður ikki í ár, tí vit fylgja tilmælunum frá heilsumynduleikunum og avlýsa renningina.

Vit vóru annars spent upp á hetta samstarvi, sum byrjaði í fjør og fekk sera góða undirtøku. Sclerosufelagið gjørdi nógv burturúr og tey fingu fitt av peningi inn eisini. Sum sagt var í tíðindaskrivinum í fjør, so fara innkomnu pengarnir til gransking og stuðul til sclerosusjúk og onnur tiltøk, ið kunnu betra og lætta um hjá sclerosusjúklingum.

Er tað onkur, sum fegin vil stuðla Sclerosufelagnum, ber sjálvandi til at flyta eina upphædd á teirra konto, sum er í Betri:  9181 4980087