Betri VK5 í Hoydølum

Burtur av asfaltinum og komið og rennið á øðrum lendi!

Leygarmorgunin 8.februar er fimta vetrarkappingin og aftur í ár renna vit í Hoydølum. Runnið verður á fløtuni framman fyri gamla studentaskúlan, sum vanliga er grøn og vøkur, og inni í viðarlundini. Her er talan um øðrvísi renniundirlag, enn til hinar kappingarnar, tí so at siga bara nakrar metrar av asfalti verða undir fótunum. Og nú vit hava havt ein serliga vátan januar mánaða, er avbjóðingin enn størri.

Umframt at hetta er fimti partur av vetrarkappingini, er hetta eisini FM í lendisrenning.

Tey vaksnu renna 6 ferðir runt, 8 km, og børnini renna somu rutu, 2 ferðir runt, sum er 2,6 km. Øll byrja samstundis kl. 11. Aftaná renningina ber til at fara í brúsu í Fimi, sum er beint við Tórsvøll og har er eisini ein góður drekkamuður at fáa, meðan heiðursmerkjahandanin fer fram.

Tað ber eisini til at skifta í Fimi áðrenn kappingina og túrurin frá Fimi oman í Hoydalar er fín upphiting.

Øll kunnu vera við, sjálvt um tað eitur vetrarkapping og FM, so tað er bara at halda seg fram at og melda til inni á renn.fo áðrenn fríggjakvøldið kl. 23.00. Tilmeldingin kostar 50 kr fyri vaksin og 30 kr fyri børn og gjaldast skal við tilmelding. Meldast kann eisini til á staðnum leygarmorgunin frá kl. 10.00-10.30, men tá kostar tilmeldingin 100 og 50 kr.

Startnummar skal heinast leygarmorgunin frá kl. 10 uttan fyri Studentaskúlan

Vit síggjast í Hoydølum

Leinki er her: https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/1114255/order/person