Tá Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður tann 7.juni 2020, fara vit í samstarvið við Ultimate Sport Service at halda skil á tíðini hjá luttakararnum. Tað ger so eisini tað, at tilmeldingin fer frá mánadegnum 13.januar at koyra gjøgnum ta skipanina.

Ultimate Sport Service er ein av teimum fremstu tiðtakingarskipanum í Skandinavia og bjóða seg fram til fleiri ymisk tiltøk við tilmeldingum, millumtíðum, úrslitum og øðrum, so alt skal ganga professionelt fyri seg. Tað fara vit so at royna í ár. Og fyri fyrstu ferð ber til at fylgja við rennararnum úti á rutuni og fáa millumtíðirnar online, júst sum til aðrar stórar kappingar.