Fyri tveimum árum síðani, kunngjørdu vit á aðalfundinum, at vit ætlaðu at lata Bragdarhúsið aftur. Húsið skal takast niður í samband við útbyggingina í Gundadali, men enn vita vit ikki akkurát nær tað verður. Ungdómurin brúkti rennibondini, men tey eru farin aðra staðni at venja og tí stongja vit húsið endaligt 31.12.19.

Allir Bragdarlimir kunnu venja í Yndi fyri ein góðan prís. Treytin er sjálvandi, at tit eru skrásettir limir í Bragdinum og hava goldið limagjaldið. Eru tit áhugað í fitness haldinum í Yndi, so kunnu tit skriva til mín: koffiann@olivant.fo ella ringja 214804.

Vit heita tí á tykkum, sum eiga skógvar/klæðir í húsinum, um at heinta tað í seinasta lagi 31.12.19