Vit áttu tørn at skipa fyri triðju vetrarkappingini, Betri VK3 og sum eisini var tann seinasta í ár. Hendan kappingin hevur verið runnin á fleiri støðum, bæði í Havn og á Argjum, men í ár valdu vit at fara úr Havnini, eitt sindur longur norður, til Kollafjarðar. Hetta er mitt í øllum jólaborðhaldum og júst hetta vikuskiftið eru metnógv jólahald, men kortini vóru 78 rennarar meldaðir til tá avtornaði.

Rutan hjá teimum vaksnu var 10 km. Byrjað var við skúlan og rennast skuldi yvir á Sperm at venda og somu leið heimaftur. Børnini runnu 3 km, og hesa ferð høvdu vit valt, sum eina roynd, at hava heilsurenning á 5 km, har øll kundu renna við, uttan um vetrarkappingina.

Rennilíkindini vóru góð, sjálvt um tað var eitt sindur hált í støðum. Rutan er sløtt og aftaná renningina merktu vit, at hetta var nakað øllum dámdi. Eisini vóru umstøðurnar til umklæðing í ítróttarhøllini og til hugnaløtuna aftaná í Skótahúsinum, ordiliga góðar.

Eirikur Hansen úr Bragdinum vann og setti pr á eini 15 sekund, og tá mátti hann, sum øll onnur, seta ferðina niður í hálkuni. So hann var ein glaður maður. Hjá kvinnunum vann Maria Biskopstø úr Treystinum. Hjá børnunum vunnu Nils Eiriksson úr Bragdinum og Vibeka Ei.Sivertsen úr Treystinum. Hesa ferð runnu 6 børn, sum er ein øking á 300% í mun til hinar vetrarkappingarnar.

Aftaná renningina bjóðaðu vit ein góðan drekkamunn við vaflum frá Bragdarkvinnum, í meðan vit handaðu heiðursmerkini. Úrslitini komu skjótt, tí FÍF við Sølva og Gutta á odda, tóku tíð við tíðtakingarskipanini hjá FÍF.

Takk fyri hjálpina, Signa og allar hinar kvinnurnar, Herluf og Arnfinnur. Tit eiga tykkara lut í, at alt gekk sum tað skuldi.

Kollfirðingar! Vit koma aftur 🙂

Úrslitini eru her:

https://www.webscorer.com/race?raceid=204959&live=1&fbclid=IwAR0OgoMHCM7s3RqIiCxXmBUqMgdYxLAUr3ypAFBdk3mZA2fFAtsmhLxIgfI

Og her eru nakrar myndir, sum eru tiknar við fartelefon: