Seinasta mikudag, 18.september, fylti Henry Olsen 55 ár. Henry er klaksvíksingur og býr í Havn og hevur verið Bragdarlimur í fleiri ár.

Henry hevur vunnið eitt ótal av kappingum og eigur eina rúgvu av heiðursmerkjum. Tað kemur ikki av ongum! Hann er ótrúliga nærlagdur og heldur seg í altíð form. Hann sigur tó, at hann eigur tvær garderobur, eina small og eina medium. Small til tíðina við tí góða forminum og medium, tá hann slappar av og ikki venur so nógv. Tað er ilt at trúgva, tí hann sæst javnan í venjingarklæðum, antin úti ella í venjingarmiðstøð.

Sunnudagin í farnu viku var Cph half 2019 og har var Henry við, saman við fleiri øðrum úr Bragdinum. Hálva marathoni er eisini DM kapping og tá vit eru danskir statsborgarar, kunnu vit telja við í danska meistaraskapinum. Undanfarin ár hevur Henry luttikið við donskum felagið, men hesa ferð kundi hann renna fyri Bragdið. Og tað gekk so mikið væl, at hann vann DM gull í sínum aldursbólki við tíðini 1:18:47

Og fyrr í ár, í februar, var hann saman við øðrum í Tokyo og rann marathon. Tað, í sær sjálvum, er ikki so óvanligt, at Henry skuldi renna marathon, men hesa ferð var endamálið at fáa heiðursmerki í Six Majors. Tað heiðursmerki fær man, tá man rennur hesi stóru marathon: Berlin, London, Chicago, New York, Boston og Tokyo.

Henry ger nógv burturúr sær sjálvum. Hann venur nógv og er eisini við í felagsvenjingunum hjá Bragdinum. Blíður og stuttligur og er eisini góður í ráðum. Vit vóru nøkur úr Bragdinum, sum vóru úti og ótu sunnukvøldið aftaná Cph ½. Tá hoyrdu vit Henry siga, at hann ætlaði at halda frí í minst 14 dagar, so nú fáa vit at síggja, um hann klárar tað.

Hjartaliga til lukku við DM heitinum, Six Majors og føðingardegnum.