Aftur í ár, var Top Run runnið. Renningin, sum ítróttarfelagið í Mjørkadali byrjaði fyri 17 árum síðani. Renningin er serstøk, tí tað er bert tann eina brekkan, sum byrjar í Kollafjarðardali og endar á málinum uppi á Sornfelli. Ein avbjóðandi ruta, men avgjørt ikki ómøgulig at gjøgnumføra. Tað sást aftur í ár, og sjálvt um tilmeldingin onkuntíð hevur verið betri, so komu øll á mál, bæði tey skjótu, sum kappast, og hini, sum runnu fyri at luttaka.

Heystið var í luftini,  eitt sindur támut, og uppi á málinum var nakað kalt. Tí var tað gott at vit kundu bjóða øllum inn í bunkaran, har ein drekkamuður var at fáa og møguleiki var at skifta í turr klæðir. Landsverk umsitir hølini og Tommy, húsavørðurin, var aftur í ár so beinasamur at lova okkum innum og at geva okkum eina hjálpandi hond.

Úrslitini vóru soleiðis:

Luttakarar-BragdiTopRun2019-rekkjufylgja

Fimm frískir fýrar runnu eisini heimaftur, og teir fingu eisini ein fínan túr.

Vit takka øllum tykkum, sum hjálptu til. Herluf, sum skipaði fyri kappingini og var speakari. Landsverk, serliga Tommy, Effo í Kollafjarðardali fyri at vit kundu sleppa inn har, máldómarum, vatnberanum og køkskonunum. Eisini ein tøkk til Føroya Bjór fyri vatn og sodavatn. Og ikki minst, skulu tit øll, sum luttóku, hava eina tøkk, tí uttan tykkum var einki Top Run.

Bragdið Top Run verður sjálvandi aftur í 2020, men tá verður renningin longsta dag/kvøld. Meira um tað seinni.

Niðan fyri eru nakrar myndir, tiknar við fartelefon (eisini frá Terja)