Vikuskifti, sum júst er farið framvið, var hendingaríkt hjá ungu íðkararnum í Bragdinum. Tey luttóku í DMU, umboðandi Hvidovre AM. Og væl gekk hjá fleiri teirra, bæði sum einstaklingar og í boðrenning, har okkara ungu kvinnur mannaðu lið saman við donsku kvinnunum úr Hvidovre.

Portal.fo hevur eina grein, har tey hava tosað við okkara venjarar og greinin er her:

Fyri Bragdið vunnu Andreas Bjarnastein Antoft og Eiri Jógvansson Glerfoss hvør sítt silvurmerki í rimarenning. Hetta var í ávíkavist 110 og 100 m í bólkunum D17 og D15. Báðir settu føroyskt bólkamet í greinunum. 

Andreas var als ikki liðgur við at gera um seg; hann megnaði at vinn gull í longdarlopi.

Eiri fekk eisini bronsu í trýstøkk, og systurin Bára Jógvansdóttir Glerfoss vann silvur í trýstøkk.

Eins og hini føroysku feløgini, umboðaði íðkararnir hjá Bragdinum eitt dankst felag í kappingini. Hetta innibar millum annað, at rennarar hjá Bragdinum runnu stafettir saman við sínum liðið, ið var Hvidovre Am, og har stóðu tey seg væl:

4×100 m boðrenning
G 22: Margit Weihe Fríðmundsdóttir og Elisabeth Holm Simonsen – gull 

G 19: Teresa Fríðríksdóttir Bláhamar og Bjørg Jensen – silvur 
D 17: Andreas Bjarnastein Antoft – silvur

Margit Weihe Fríðmundsdóttir gjørdi eisini bart, tá hon rann sjálv. Hon vann gull á 200 metrum við tíðini 27.05. Umframt hetta fekk hon bronsu í trýstøkk.

Alda Sigurdsdóttir Lamhauge, ið rann saman við Margit á Oyggjaleikunum, umboðaði Frederiksberg IF, endaði beint frammanfyri fyrrverandi Margit og Elisabeth Holm í 100 metrum fyri G20-22. Hetta tryggjaði Aldu bronsuheiðursmerki.

Andreas B. Antoft: 
Silvur í rimarenning og gull í longdarlop

Alda Sigurdsdóttir Lamhauge: 
Bronsu í 100 metrum renning

Bára J. Glerfoss:
Silvur í trýstøkk.

Eiri J. Glerfoss: 
Silvur í rimarenning og bronsu í trýstøkk

Margit Weihe Fríðmundsdóttir: 
Gull á 200 metrum og bronsu í trýstøkk

Tilsamans: 8 heiðursmerki – Tvey gull, tvey silvur og trý bronsu.
Umframt tey trý – tvey gull og eitt silvur – í staffettunum

Leinki til úrslitini er her:

http://lifeonmars.dk/liveboard/Team?meetId=50442871-99a6-4952-b663-42f292ef3d65&teamId=77783806-32b5-4162-93bf-9a054ba8722d&dayNo=0&sortBy=3&competitionList=0