Leygardagin 31.august kl. 16.00 renna vit Top Run.

Eins og undanfarin ár verður byrjað í Kollafjarðardali og runnið verður niðan á Sornfelli.  Talan er bert um tað einu brekkuna, 9,8 km. Øll eru vælkomin við.

So kundi tú hugsa tær eina øðrvísi avbjóðing, meðan bíða verður eftir valúrslitinum, so er at melda til. Bragdið bjóðar ein góðan drekkamunn aftaná renningina, meðan vit handa heiðursmerkini. Møguleiki er eisini at skifta í turr klæðir.

Meldið til her:

https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/974296/order/info

Startnummarið skal heintast á Effo støðini í Kollafjarðardali frá kl. 15.00 og tað ber eisini til at melda til.