Eingin Ólavsøka, uttan renning, og soleiðis er eisini í ár. Startskotið til renningina verður tann 27. juli kl.  18.00 og hjá teimum flestu er tað eisini startskotið til eina góða Ólavsøku.

Karmarnir um renningina, eru niðri á Skálatrøð. Har er slætt og gott at renna og ikki minst er tað sera áskoðaravinarligt. Fólk úr øllum heraðshornum plaga at luttaka og hjá fleiri útisetum er tað ein fastur táttur, at renna við Ólavsøkurenningini. Teinurin hjá teimum vaksnu er 5 km, og kann tað viðmælast ungum, sum eldri, vandum og minni vandum, at renna við.

Børnini plaga heldur ikki at smæðast burtur og meira enn eina ferð er tað hent, at onkur nýggj stjørna stingur seg fram um hini og vinnur óvæntað. Børnini renna styttri, enn tey vaksnu. Teinarnir eru frá 430 metrum til 1,3 km. Børnini byrja og renna kl. 18 og tey vaksnu renna kl. 18.30, ella tá børnini eru komin á mál. Heiðursmerkini hjá børnunum handa vit so hvørt, so tey sleppa undan at bíða ov leingi.

Vit í Bragdinum gleða okkum altíð til Ólavsøkurenningina og vilja vit aftur í ár bjóða tykkum øllum vælkomnum at luttaka í renningini. Vit eru sera glað um góða samstarvið við Ingibjørg Lützen, sum bjóðar okkum innum at býta startnummur út. Í ár halda vit til aftan fyri Østrøm, inngongd í Sigmundargøtu.

Tað er lættari at fyrireika, um meldað verður  til í góðari tíð og er sera ómakaleyst, tí gjaldast kann við tilmelding. Freistin at melda til er 26.juli kl. 22.00 og tað kostar 80 kr fyri vaksin og 40 kr fyri børn. Farið inn á okkara heimasíðu bragdid.fo undir kappingar ella á renn.fo undir tilmeldingar.

Startnummur kunnu heintast frá kl. 16 og um onkur í seinastu løtu tekur avgerð um at renna, taka vit ímóti tilmeldingum millum kl. 16 og 17. Tá kostar tað 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn og tað skal gjaldast kontant.

Vit síggjast 27. juli at svikstarta Ólavsøkuna á Skálatrøð.