Fyri løtu síðani, setti Teresa F. Bláhamar nýtt føroyskt og ordiliga flott met í hæddarlopi til VU Spelan. Hon leyp 1,61 m! Gamla metið, 1,55 m, átti hon sjálv.

Hjartaliga til lukku við hesum góða lopinum, Teresa.