Eitt av okkara stóru og mest tíðarkrevjandi tiltøkum, er uttan iva Atlantic Airways Tórshavn Marathon. Ein vika er farin, síðani ársins marathon var hildið og samanum tikið, eru vit nøgd við dagin.

Fyrireikingarnar fóru í gongd longu beint aftaná marathon í 2018 og í september lat tilmeldingin upp. Síðani gekk tað javnt við tilmeldingum, til seinastu dagarnar undan freistini, sum var 31.mai. Tó nýttu fleiri møguleikan at melda til í Perluni, har start nummrini skuldu heintast. Tá talt var upp, var luttøkan næstan tann sama, sum í 2018.

Hesa ferð royndu vit eisini at hava eina lítla sølumessu, og bjóðaðu báðum ítróttarhandlunum í Havn og øðrum at selja sínar vørur, tá rennarar komu eftir startnummarinum. Tað vísti seg at rigga væl, og skapti lív í Perluna, sum vit fyri fyrstu ferð nýttu til endamálið. Perlan, Reinsaríið og Posthúskjallaran brúktu vit eisini sjálvan marathondagin, har Perlan og Posthúskjallarin vóru skiftingarhøli og Reinsaríið var staðið, har vit bjóðaðu heimabakaðar køkur og te og kaffi. Á Perlutorginum bjóðaðu vit laks og øl.

Veðrið gera vit einki við og í ár skuldi dagurin so gerast vátari, enn vit ætlaðu. Ikki tí, alt gekk eftir vild, sjálvt um tað er eitt sindur hugaligari tá tað er turt og sólin skínur . Tíbetur kundu vit beina øllum oman í Perlutorgið, men tað gjørdi so samstundis Vaglið eitt sindur tómari við áskoðarum.

Rennarar eru eitt fólkaslag fyri seg og sóu út til at verða vælnøgdir, sjálvt um teir vóru dýggjvátir og kaldir. Tí at koma á mál á Vaglinum, aftaná hálvt ella heilt marathon, og at hava vunnið á brekkunum, tað er ein sigur í sær sjálvum. Tað heldur vinnarin óivað eisini, tí aftur í ár var Raoul Jankowski fyrstur um málstrikuna, væl framman fyri bretan, sum var nummar tvey. Og aftur í ár setti Raoul met, tí hann vann við tíðini 2:36:30. Hetta er triðja ferðin á rað at Raoul luttekur og vinnur, so tað tykist sum hann hevur tann fyrimunin, fram um aðrar útlendingar, at kenna brekkurnar væl.

Fyrsti føroyingurin, sum kom um málstrikuna, var Henry Olsen og hann gjørdist tí eisini FM vinnari hjá monnunum. Hjá kvinnunum vann Alma Heinesen, føroyingur í Danmark. Ann Thomsen var næsta kvinnan og FM vinnari hjá kvinnunum.

Vinnararnir í ½ og 1/1 marathon fingu, umframt heiðursmerkini, hvør sítt gávukort frá høvuðsstuðlinum Atlantic Airways. Eisini lat Atlantic Airways gávukort, sum var drigið millum luttakarnar sjálvan marathondagin og dagarnar frammanunda á Facebooksíðuni hjá Bragdinum. LM Electric lat peningagávu til tann, ið setti met, annað árið á rað og tí vinninginum fór Raoul avstað við.

Øll úrslitini eru her:

https://app.lap.io/event/2019-torshavn-marthon/results?category=RACE-42KM

Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2019 var ikki tað sama uttan okkara góðu stuðlar, og vit eru sera takksom, at tað letur seg gera. Fíggjarliga hjálpin og ikki minst, øll tann sjálvbodna hjálpin, sum limirnir í felagið okkara eru so beinasom at lata. Tað kann ikki skrivast ella sigast nóg ofta, men vit eru so sera glað, og errin, av okkara limum, sum brúka so nógva tíð uppá at hjálpa til.

42.195 ferðir takk 🙂

Myndir frá Jens Chr. Vang eru her:

https://photos.google.com/share/AF1QipOLl6PAOzN2YZCXtNz0brg48sH0K4fyL5PyrNv5W_aDwAf670rkAVQR4ihMJZqdyw?key=UWNWbmRjQ25ndUhfVVlqRDRDWExTMU96MzhPQWdR

Fleiri myndir frá Faroe Photo koma seinni.