Atlantic Airways Tórshavn Maraton 2019

 

Tey gera tað í Reykjavík, í Stockholm og enntá í Nuuk – tey renna marathon í býnum. Í nógvum býum í øllum heiminum savnast tey um marathon renningina og tí gera vit tað sjálvandi eisini í Tórshavn. 17. árið á rað renna vit Atlantic Airways Tórshavn Marathon og vit bjóða øllum við.

Í ár renna vit eisini fyri Merkinum, sum í ár fyllir 100 ár. Tí letur Tórshavnar Kommuna eina ókeypis blusu til øll, sum hava og tey, sum fara at melda til.

Sunnudagin 2. juni fyllist høvuðstaður okkara við føroyingum og útlendingum, sum renna marathon, hálvt marathon ella styttri teinar. Nógv fara eisini at ganga hálvt marathon. Tilmeldingin hevur verið støðug síðani hon lat upp í fjør og enn ber til at melda til á torshavnmarathon.com.

Fyri tveimum árum síðani settu vit markið til 500 rennarar. Gravgangur var eftir startnummurum og áðrenn tiltakið byrjaði var fullteknað. Vit vóna, at undirtøkan verður eins góð í ár.

Atlantic Airways Tórshavn Marathon er eitt stór tiltak og hvørt ár koma rennarar úr øllum heiminum at renna saman við føroyingum. Hinvegin eru tað mest føroyingar, sum ætla sær at ganga hálva marathonið. Aftur í ár fara Rynkeby súkklarar at seta dám á stóra tiltakið. Teir súkkla við fremstu rennararnum og súkkla aftur og fram eftir Kaldbaksvegnum.

Runnið verður av Vaglinum, yviri við Strond, eftir ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur yviri við Strond, Hvítanesvegin og norðureftir. Vendipunktið til hálvt marathon er beint áðrenn Sund og tey sum renna heilt marathon, renna til Kaldbaks og sama veg heim aftur. Komin til krossin Hvítanesvegur/Ringvegur, skal aftur rennast yviri við Strond og so beina leið niðan aftur á Vaglið.

Startnummar skulu heintast í Perluni í Havn fríggjadagin 31.mai frá kl. 14 til 19, leygardagin 1. juni frá kl. 12-17 ella á Snarskivuni sunnudagin frá kl 10-11.

Hættar tú tær ikki undir longru teinarnar, kanst tú bæði renna 5 ella 10 km. Bragdið og Tórshavnar Kommuna  leggja dent á, at sunnudagurin 2. juni verður ein renniveitsla fyri øll. Tónleikur verður á rutuni í býnum og við málið, so rættiligt lív verður í høvuðsstaðið okkara.

Startskotið til Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður á Vaglinum sunnudagin 2. juni kl. 13.00. Ferðslan verður tí avmarkað í býnum og á vegnum til Kaldbaksbotn og Kaldbak, men fryntlig vaktarfólk standa við síðuvegirnar og hjálpa fegin, um okkurt er. Vit vóna, at nógv fólk koma at stuðla teimum sum renna, bæði í býnum og á rutuni annars. Eitt smíl, eitt róp ella klapp ger undurverk fyri rennaran, so komið út á gøturnar, oman í býin ella onkra aðra staðni á rutuni og latið okkum øll gera hendan dagin til ein veitsludag.

Meira kunning um tiltakið sæst á heimasíðuni torshavnmarathon.com og á Facebook síðuni Tórshavn Marathon.

Vit gleða okkum til stóra rennidagin og tit eru vælkomin við út á gøturnar.