Hetta vikuskiftið er Tårnby Games og sum vanligt, hevur ein Bragdahópur verið við og sett dám á leikirnar. Hetta er ferðin, har íðkarar, sum hava verið ídnir at møtt til venjingarnar her heima,  fáa møguleikan at sleppa við til Tårnby.  Og fjepparafjøldin er mangan stór, tí foreldur, systkin og onnur eru við í ferðalagnum.

Nógv góð úrslit er komin, ikki øll hava vunnið heiðursmerki, men fleiri hava sett met og bólkamet og ikki minst, uppliva at kappast við onnur, tey ikki hava kappast ímóti áður.

Fyri at taka okkurt fram um annað, eru tvey føroysk met sett og Elisbet Holm Simonsen eigur bæði tvey. Leygardagin setti hon føroyskt met á 100 m við tíðini 13.01 og í dag, sunnudag, hevur hon megnað at seta føroyskt met í longdarlopi, tá hon leyp 5.11 m. Til lukku Elisabet. Eisini rann Margit W. Frímundsdóttir 100 m og megnaði at koma undir tíðina á gamla føroyska metinum hjá Elisabet.

Heiðursmerkini, 18 í tali, eru býtt soleiðis: 8 gull, 9 silvur og 1 bronsa. Og so øll hini avrikini, sum ikki geva heiðursmerki, men sum eru minst líka týdningarmikil. Hjartaliga til lukku tit øll.

Dagført úrslitayvirlit kemur seinni.

Vikuskiftið er sett av til kappingar og tá verður hugsað um kost og svøvn. Góðan mat og tíðliga í song! Men tá seinasta kappingin er liðug, tá er Tivoli og annað gott á skránni. Vit ynskja tykkum eitt gott kvøld í Keypmannahavn og góða ferð heim.

Her eru myndir, sum Hans og Gunnvá hava tikið: