Oyggjaleikirnir eru á Gibraltar í summar og í Bragdinum eru vit sera spent og glað, tí í kvøld legðist afturat hópinum, tá  sætti íðkarin kláraði Oyggjaleikakravið í trístøkk. Kravið er 10,50m og frøin var stór á venjaranum og Margit sjálvari og øðrum, tá hon leyp tvær ferðir yvir kravið. Hon leyp nemmiliga 10,62 og 10,59. Sera flott!

Vit hava nógv at gleða okkum til, tá hesir íðkarar úr Bragdinum fara í aktión:

Margit W.Frímundsdóttir  trístøkk,  Bára J. Glerfoss trístøkk, Andreas B. Antoft trístøkk, longdarlop og 200m, Teresa F. Bláhamar  hæddarlop, Elisabet H. Simonsen  longdarlop og 100 m og Alda Lamhauge 100 m.

Seinasta freistin at klára krøvini, er týsdagin 16.apríl.

Á myndini eru Margit og annar venjarin, Jógvan Glerfoss. Debes Christiansen er eisini venjari, men var ikki til staðar akkurát tá myndin var tikin.