Øll hava brúk fyri frískari luft og at røra seg. Hví ikki gera sum Annita á Fríðriksmørk? Hon ætlar sær at ganga ½ marathon 2.juni, tá Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður.

Týsdagin fer hon á Tórsbreyt kl. 17.00, tá Krabbameinsfelagið og Bragdið skipa fyri gonguvenjing til ½ marathon. Øll gonguáhugað eru vælkomin við.

Ætlanin er at venja tríggjar ferðir um vikuna, týs- og mikudagar kl. 17.00 og leygarmorgnar kl. 8.30.

Vit møtast fyrstu ferð á Tórsbreyt, týsdagin 12. februar kl. 17.00