Nógv var skrivað á bólkunum á sosialu miðlunum undan hesari kappingini, FM í Lendisrenning. Veðurfrøðingarnir lovaðu storm og regn, og tá fløtan í Hoydølum frammanundan er dýggjvát, var stúrt fyri, at alt var ein stórur hylur. Men í Hoydølum er næstan altíð stilli og fløtan var akkurát vát og skitin nokk, til at kappingin livdi upp til heitið, Lendisrenning.

Undirtøkan hevur onkuntíð verið størri, men harafturímóti var stórur spenningur um, hvør fór at vinna hjá monnunum. Eitt óskrivað blað í rennisøguni, Steffan Klein Poulsen úr Treysti vann og gjørdist sostatt FM vinnari. Hjá kvinnunum var spenningurin ikki líka stórur, tí Marita Andrasardóttir úr Hvirluni, var á odda allan vegin og hevði onga, sum andaði hana í nakkan.

Einans tvey børn luttóku, Vibeka Sivertsen úr Treysti, og Rúni S. Vang úr Bragdinum og tey vunnu sjálvandi.

Umstøðurnar í Hoydølum líktust sær sjálvum, úti, men inn sluppu vit ikki. Tíbetur eydnaðist okkum at bjóða oman í Fimi, har runa og vatn kundi vaskast av og har vit bjóðaðu ein góðan drekkamunn, við heimabakaðum køkum. Bragdarkvinnur kokkaðust og høvdu bakað.

Hjartans tøkk fyri hjálpina, sum vit seta sera stóran prís uppá.

Úrslitini eru her:

https://www.webscorer.com/race?raceid=169109

Og myndir eru her og fleiri koma seinni: